Rák (35) Um felagið NOV og lurtivarðhald, har kannað verður hvat rørir seg í samfelagnum
Í Rák hesa vikuna verður m.a. tosað um, hvussu tøkniligi útviklingurin ávirkar menniskju og um javnrættindi millum kynini, har biologiski munurin tykist vera við at hvørva. Vit hoyra um vaksandi polarisering, bæði millum bygd og bý og millum menniskju sum heild. Hetta tí, at fólk nú á døgum einamest lurta eftir argumentum tey vilja hoyra og ikki lata upp og lurta eftir mótargumentum.
Tað er felagið NOV, sum vitjar sendingina hesa ferð. Tey skipa m.a. árliga fyri lurtivarðhaldi í Føroyum. Hesi lurtivarðhald eru í 30 ymiskum londum samstundis. Endamálið við lurtivarðhøldunum er, at eyðmerkja viðurskifti, sum fylla nógv í samfelagnum og síðani at røkka út til lærdir háskúlar og politikkarar við hesi vitan.
NOV, sum stendur fyri Netsamstarv fyri Organisatiónssálarfrøði í Verki, arbeiðir eisini fyri at betra um trivnaðin og effektivitetin á arbeiðsmarknaðinum.
Sendingin hesa vikuna varð send beinleiðis úr studio’num í Havn og gestir eru Annilisa Arge Klevang, forkvinna, Niels Christian Nolsøe, næstformaður, og Tóra Petersen, nevndarlimur í NOV.
Annika Bolton Mortensen leggur sendingina til rættis
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur